Hans Erik Jakobsen, leiðari á Atlantic Helicopters hjá Atlantic Airways sigur, at tyrlutænastan hevur sera nógv arbeiði í samband við oljuvinnuna, ser-stakliga uttanfyri føroyska økið, og tí leita vit eftir eini tyrlu afturat.
Tá talan er um tyrlutænastuna hjá Atlantic Airways, verður kanska fyrst og fremst hugsað um tyrlusambandið við útoyggjarnar og harnæst at Atlantic Helicopters er partur av tilbúgvingini kring Føroyar. Men tyrlutænastan fæst við nógv annað, og luttøkan í off-shore vinnuni vindur alsamt uppá seg.
Hans Erik Jakobsen sigur, at tyrlutænastan arbeiðir rættuliga nógv sunnanfyri føroyska markið, bæði út frá Føroyum og av enska meginlandinum.
Vit hava nú í eina tíð arbeitt bæði út frá Aberdeen og Sumbourgh. Byrjanin til hetta var, at Thor í Hósvík settið okkum í samband við Western Geco, har Western leigaði okkum til at skifta manningar á teirra skipum, sum liggja við boripallar ymsastaðni í Atlantshavi. Her fingu vit so gott ummæli, at orsakað av umdøminum frá Western, flúgva vit nú eisini fyri Veritas og PGS. PGS er amerikanskt felag.
Flutt 6-700 fólk í oljuvinnuni
Tað hevur gingið væl hjá okkum, og vit hava fingið nógvar positivar meldingar aftur. Eitt nú fer tyrlan í kvøld til Aberdeen, har vit ímorgin skulu skifta eina manning, sum er í oljuvinnu á havinum, talan er um umleið 50 fólk sum skulu flytast aftur og fram. Hetta verður kallað crew change og vanliga snýr tað seg um ein hóp frá 50 til 90 fólk hvørja ferð, og higartil munnu vit hava flutt eini 6-700 fólk í enska leitiumráðnum. Teinurin, ið flogin verður í hesum sambandi liggur úr 60 upp í 150 fjórðingar Umframt at flogið verður úr báðum nevndu støðunum í onglandi, so hevur eisini verið flogið úr Stornoway.
Áheitan úr Trinidad
Tyrlurnar hjá Atlantsflog eru sera væl egnaðar til veðurlagið her um leiðir, tær eru sera sterkar og robustar, og tá vit hava nógvar royndir í veðurlagnum her um leiðir, hevur boð verið eftir okkum ymsastaðni fra.
Tað sum kanska er eitt sindur áhugavert í hesum sambandi er, at vit júst fyri stuttum hava fingið boð frá einum felag í Trinidad, sum vil hava okkum at hjálpa teimum at læra starvsfólk teirra upp at hoysta og afturat tí vilja teir hava ein bjargara frá okkum at koma til teirra at læra tey upp í bargingum. Hetta er sera hugaligt hjá okkum og kennist sum um, at Atlantic Helicopters rættuliga er í ferð við at vinna at vinna fram eisini uttanfyri føroyska markið.
Eisini í føroyskum øki
Annars flúgva vit eisini fyri Statoil í Føroyska økinum út á Stena Don leygardag, sunnudag og mánadag, hetta eru tveir til fýra túrar hvørja viku. Harumframt stendur ein tyrla hjá okkum altíð klár at rykkja út í samband við Statoilboringina.
Nýggja tyrlu
Í løtuni hyggja vit okkum um eftir eini nýggjari tyrlu. Arbeiðistrýstið hjá okkum er nú vorðið so stórt, at neyðugt verður við eini tyrlu afturat, men tað er ikki sum at siga tað, at fáa fatur á júst hesum tyrlunum. Tær eru sera væl umtóktar og tí nógv umbiðnar. Men vit hava júst nú funnið eina tyrlu, sum er av sama slag, sum tann nýggja hjá okkum, og hon kann eisini brúka alla bjargingarútgerð, sum vit frammanundan hava, so vit vóna at tað skal eydnast okkum at fáa fatur á hesi tyrluni.
Eitt sindur skuffaður
Hans Erik Jakobsen sigur, at hann kann ikki lata vera við at vátta, at hann var eitt sindur skuffaður, tá eitt annað felag fekk flúgving eisini til Stena Don, men sigur í sama viðfangi, at hetta hevur gjørt at Atlantic Helikopters hevur leitað sær aðrar vegir og vit eru sera væl nøgdir við gongdina higartil.
11 flogskiparar arbeiða á tyrludeildini í løguni, harumframt ein kvinna, ið er samskipari og 5 bjargarar, sum eisini eru knýttir at teknisku deild hjá Atlantsflog.




