Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Helicopters úr at gera

Oliver Joensen

Eisini tyrluflúgvingin er rakt av arbeiðssteðginum. Flogið verður ikki til Suðuroyar, tí ein maður á tyrlupallinum í Froðba er í arbeiðssteðgi.

Hans Erik Jakobsen, stjóri á Atlantic Helicopters sigur, at tyrlan hevur havt sera nógv at gjørt hesar seinastu dagarnar. Vit taka sjálvandi ikki streykurakt arbeiði upp, men vit hava havt úr at gjørt við ambulansaflúgving orsakað av at Strandfaraskipini ikki sigla, harafturat kemur, at hetta er tíðin vit vanliga flúgva seyð fyri bøndir, ið hava óhøgligar hagapartar.
Tann nýggja tyrlan er í London fyri tíðina til eftirlit og kemur ikki aftur fyrr enn um hálvan november, og tí hevur einasta tyrlan vit hava havt úr at gera.