Teir royna yviri at norska markinum, fiskiskapurin er góður og í kabússuni gera teir klárt til jólahaldið ímorgin.
Síðani Atlantic Navigator fór út mánadagin í hesi vikuni, hevur fiskiskapurin verið brúkiligur, og á midnátt hóskvøldið rundaðu teir 100 tons av surimi í frystilastini.
Frá skiparanum umborð á fyrsta túrinum, Brandur Nólsoy frætta vit at tað gongur væl umborð á Atlantic Navigator. Skipið hevur seinastu dagarnar fiskað eystur úr Føroyum, tætt upp ímóti norska fiskimarkinum, og fiskiskapurin hevur verið brúkiligur. Flestu hálinini hava ligið frá 80 til 150 tons og tað er gott.
Hóast væntað varð, at byrjunartrupulleikar fóru at verða við fabrikkini, so hevur hon riggað stak væl, hóast onkrar barnasjúkur enn eru, sigur Petter Aune, framleiðslustjóri umborð. Vit hava 16 maskinur at arbeiða við, men í løtunin eru bert 12 í brúki.
Frá kokkunum frætta vit, at teir eru farnir í holt við at gera dunnurnar klárar til í morgin. Útvið 50 dunnur skulu klárgerast, og tað tekur sína tíð, so byrjað verður longu í dag at rigga til. Ætlanin er at jólahaldið umborð verður frá kl. 17.00 jólaaftan, og fram til kl. 21.00.
Høvuðsmáltíðin verður skipað í tveimum, og síðani verður felags jólahald við sangi, jólalestri, pakkum og kaffihugna við rísalamande.
Skipið er eisini pyntað og skrýtt við jólapynti, og jólatrø eru í báðum messunum
Skipari og manning á Atlantic Navigator lata heilsa øllum heima við ynskjum um eini gleðilig jól.
Vit hava fingið sendandi nakrar myndir av Atlantic Navigator.




