Av teim gott 100 fólkunum, sum fara við hendan túrin vera umleið 20 kvinnur. Skipari verður Brandur Nolsøe.
Hetta var ein góður túrur hjá Atlantic Navigator, 1400 tons av surimi og 430 tons av mjøli. Hetta er besta tíð til svartkjaftaveiðu Vestanfyri Írland og hartil er fiskurin í sera góðum standi, so tað ræður um hjá Atlantic Navigator at gera skjótt av.
Mynstringartíðin er tí ásett til kl. 15.00 ímorgin og aftana tað verður farið beinleiðis á fiskileiðirnar í altjóða sjógvi vestanfyri Írland.
Í løtuni liggur Atlantic Navigator og leggur lastina upp í Ánunum, har Skipafelagið tekur ímóti og Norðlýsið skilir at alt verður avskipað við tað sama.
Nú farið verður á nýggjan túr, frætta vit, at sera lítið útskifti er av fólki. Tað sýnist sum um manningin á skipinum trívist væl.
Brandur Nolsøe verður skipari hendan túrin og av teim gott 100 fólkunum, sum fara við, vera 20 kvinnur.




