Tað hevur eisini gingið hampuliga væl hjá Atlantic Navigator hendan túrin. Teir vera á Klaksvík sunnudagin ella mánadagin.
Í løtuni roynir Atlantic Navigator ímillum Roc All og Føroyar onkustaðni og fiskiskapurin hevur verið nøktandi. Teir hava umleið 1100 tons av surimi inni og eini 400 tons av mjøli.
Fiskiskapurin í gjár varð góður, ímeðan veðrið ikki hevur verið tilvildar ídag og tí hevur dagurin roynst heldur lakari.




