Tað hevur ikki gingið so væl hjá Atlantic Navigator hendan túrin, teir hava leitað víða og eru nú aftur í føroyskum sjógvi.
Tá Atlantic Navigator fór hendan túrin, fóru teir fyrst vestureftir í íslendskan sjógv, men har var lítið av svartkjafti at fáa og fór teir tí norðureftir ímóti Jan Majn, men heldur ikki har hevur bragdað. Skipið er tí komið aftur í føroyskan sjógv at royna og eru teir í løtuni einar 40 fjórðingar norður vestur úr Mikinesi.




