Á miðdegi ídag, skal manningin á Atlantic Navigator mynstra og stutt eftir verður farið aftur til fiskiskap. 108 fólk vera við Atlantic Navigator hendan túrin.
Tað sýnist at ganga væl hjá Atlantic Navigator, seinasta túr løgdu teir upp umleið 1350 tons av surimi og um 450 tons av fiskamjøli í Ánunum, og nú er skipið so um at vera klárt til nýggjan túr.
Tað ljóðar av fiskileiðunum, at svartkjafturin enn er eitt sindur vestalaga á, men at hann gongur norðureftir, um tað er so, so verður helst styttri hjá Atlantic Navigator at sigla á fiskileið hendan túrin.
Vit fara at ynskja teimum enn ein góðan túr.




