Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator aftur um 14 dagar

Oliver Joensen

Tað hevur bara gingið nøktandi hendan túrin hjá Atlantic Navigator, verður sagt av reiðarínum, tá hugsað verður um at hetta er fyrsti túrurin.

Skipið hevur roynt eystan fyri Føroyar um einar 100 fjórðingar úr Fugloynni og fiskiskapurin hevur verið hampuligur, hóast hetta ikki er besta tíðin. Ídag kl. 16 høvdu teir 450 tons av surimi og 200 tons av mjøli inni.
Samstundis verður sagt, at rokna verður við at skipið verður aftur á Klaksvík av fyrsta túrinum onkustaðni ímillum 15. og 20. januar.