Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator fingið um skrúvuna

Oliver Joensen

Undir háling í nátt, fekk Atlantic Navigator trolið um skrúvuna, og liggur nú og bíðar eftir at Brimil skal koma til skipið at skera av skrúvuni.

Atlantic Navigator er í íslendskum sjógvi har teir júst eru komnir í fisk, og tí var tað sera óheppið, at fáa um skrúvuna í nátt.
Men vit skulu heilsa og siga, at veðri á leiðini er av tí allarbesta og tí er fyribils gjørt av at gera eina roynd at skera trolið av skrúvuni úti á fiskileiðini. Um hetta ikki eydnast, so er ætlanin at sleipa Atlantic Navigator til Íslands. Tey eru bert umleið 40 fjórðingar úr landi.
Brimil verður hjá Atlantic Navigator seint seinnapartin ella tíðliga í kvøld.

Harleyfacadeacryl