Skipið hevur verið í Noregi har ymiskt viðlíkahald og umvælingar eru gjørdar. Eftir ætlan verður fari aftur av Klaksvík á miðnátt í kvøld.
Tað hevur gingið væl hjá Atlantic Navigator síðani skipið kom í føroysku svartkjaftavinnuna. Júst nú hoyrist tó ikki so nógv til skip sum eru í svartkjaftaveiðu, tí flest allir nótabátarnir eru á aðrari veiðu fyri tíðina. Atlantic Navigator fer tí helst í islendskan sjógv at leita.
Norðlýsið frættir annars at tey eru mong, ið vilja sleppa til skips við skipinum. Men tað at Atlantic Navigator hevur brotið upp úr nýggjum og hevur fingið framleiðsluna av surimi úr svartkjafti at gerast eina lønandi vinnu, hevur havt við sær at útskiftið av fólki umborð ikki er stórt. Yvir 100 fólk eru við og tí er tó altíð eitt ávist útskifti, men hinvegin hevur skipið nú sína førstu stammu av góðum sjófólki.
Atlantic Navigator liggur í Ánunum og manningin skal mynstra kl. 23.00 í kvøld.




