P/F Næraberg hevur avgjørt, at Atlantic Navigator gevst við fiskiskapinum undir føroyskum flaggi, tá svartkjaftatíðin er liðug í ár.
Avgerðin ávirkar omanfyri 200 starvsfólk hjá felagnum. Fráboðan um uppsøgn pr. 1. august 2007 er send øllum teimum, sum eru við skipinum.
-Tað er keðiligt at koma við uppsøgnum, men komandi mánaðirnar vilja vit meta um, hvussu felagið á besta hátt kann brúka fiskiloyvini, og skapa nýtt virksemi, sigur stjórin, Hanus hansen í P/F Nærabergi.
Avgerðin er tikin eftir at leiðslan og eigararnir av P/F Nærabergi, sum eigur Atlantic Navigator, hava viðgjørt framtíðarvánirnar hjá skipinum og felagnum. ein tann stórsta orsøkin til avgerðina er tann ótryggleiki, sum seinastu tíðina er komin fram í sambandi við fiskarílógirnar og treytirnar fyri projektinum í hesum sambandi.
JFK og Norðoyagrunnurin, sum eiga 67 prosent í felagnum, og partaeigarin Aker BioMarine, sum eigur 33 prosent, vilja saman halda áfram við virkseminum í P/F Næraberg.
Atlantic Navigator verður umbygdur til at fiska Krill fyri Ake BioMarine. Felagið útviklar framleiðir og marknaðarførir Omega 3-baseraða framleiðslu frá Krill. Aker BioMarine r í ferð við at byggja upp eitt altjóða leiðandi maritimt felag, sum hevur spesialisera seg innan veitingar av hávirðisvørðum, við at gagnnýta mest møguligt av virðisketuni frá fiskiskapi til kunda.
Tíðindaskrivið er undirskrivað av hanus Hansen, stjóra.




