Tað gongur væl hjá Atlantic Navigator, nú tíðin nærkast har skipið gevst í føroyskum sjógvi.
Tey 110 fólkini umborð lata heilsa og siga, at tey hava úr at gera, tí fiskiskapurin er góður.
Vit byrjaðu at fiska fyri tveimum døgum síðani og hava 250 tons av surimi inni og harumframt 100 tons av mjøli. Vit trívast øll væl og lata heilsa heima.
Atlantic Navigator roynir einar 100 fjórðingar suður vestur úr Akrabyrgi, ella suður av Føroya Banka, sum leiðin var kallað í gomlum døgum.




