Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator í Nólsoyarfirði

Oliver Joensen

Í skrivandi stund liggur Atlantic Navigator í Nólsoyarfirði og ger reint. Tey skulu uppskipa veiðuna í Ánunum kl. 06 í morginárin.

Atlantic Navigator landar í Ánunum í morginárin kl. 06. Tey rokna við at vera í Ánunum nakað áðrenn, og Norðlýsið frættir í kvøld nágreiniligari nær tey ætla at leggja at, tað veldst eitt sindur um hvussu gongur við reingerðini og tað veldst eisini um veðrið.
Tey hava gjørt enn ein góðan túr. 1422 tons av surimi og 470 tons av mjøli. Meiningin er, sum sagt, at landa mánamorgunin og eisini at sigla avstað aftur á nýggjan túr seinnapartin týsdagin.