Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator komin á fiskileið.

Oliver Joensen

Í gjárkvøldið fingu vit eina heilsan frá Atlantic Navigator til øll heima. Tey hava tað øll gott og nú byrjar sjóverkurin at vera av. Send eina heilsan umborð!

 
 Atlantic Navigator fór av Klaksvíkini týsdagin um nátturatíð. Leiðin gekk suður í Írska havið, har skipið fekk sína seinastu last, knøpp 1.400 tons av surimi og 420 tons av mjøli, eftir bert trimum vikum.
 
Ferðin suður gekk væl, hóast sjaskveður, og hósnáttina kl. 04.00 varð kasta fyri fystu ferð. Tveir tímar seinni lá fyrsti posin á dekkinum, og í kvøld, fríggjakvøldið, eru teir í ferð við fjóðra hálið, – so byrjanin av túrinum má sigast at vera góð.
 
Tað eru sera nógv skip á leiðini har Atlantic Navigator roynir, m.a. Høgaberg av Toftum og Norðborg úr Klaksvík.
 
Seinnapartin fríggjadagin kom Norðborg  brótandi framvið Atlantic Navigator, tá viðheftu myndir vórðu tiknar.
 
109 fólk eru við á hesum túrinum, og nógv av teimum ungu eru sín fyrsta túr til skips. Sum sagt, so var nakað av sjaski suðureftir, so fleiri hava ligið við sjóverki, men í kvøld frættist frá Atlantic Navigator, at sjóverkurin er um at hasa av hjá teimum ungu, og lagið er sera gott umborð, nú tey byrja at framleiða.
 Manningin letur heilsa øllum heima, og um onkur er, ið ynskir at senda vinum ella kenningum eina teldupostheilsan, so ber til at maila til jegvan@brandur.com. Heilsanin verður síðani borin viðkomandi.