Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator til fiskiskap aftur sunnudagin

Oliver Joensen

Hóast álvarsligt, so má sigast at ópahappið spældi væl. Gongst sum reiðaríið ætlar, so verður farið á nýggjan túr sunnudagin seinnapartin.

Sum flestum kunnugt, so var seinasti túrurin rekordtúrur, og tí kemur tað sera væl við hjá reiðarínum at ikki var neyðugt at fara til Noregs í dok við skipinum.
Umvælingarnar verða nú gjørdar, og reiðaríið sigur, at tað verður ikki fyrr enn seinnapartin sunnudagin, skipið kann sigla, um alt gongst eftir ætlan.
Farið verður suðurvestureftir, helst í írskan sjógv at royna.