Hósdagin 1. desember varð lítið hátíðarhald umborð á Atlantic Navigator, tá føroyingarnir vundu merkið á stong fyri fyrstu ferð.
Avloysarin hjá Nærabergi, Atlantic Navigator fer úr Noregi fríggjadagin í næstu viku við kós ímóti Klaksvík, her hann verður næsta sunnudag, um alt gongur eftir ætlan.
Tá Atlantic Navigator fer til fiskiskap, fer manningin at telja um 100 fólk, bæði kvinnur og menn, so sigast má at talan er um eitt ógvusliga stórt arbeiðispláss á havinum.
Tá føroyingarnir vundu merkið á stong fyri fyrstu ferð hósdagin var rættuligur veitslurómur umborð og vit frætta at teir høvdu eina rættuliga hugnaløtu tá.




