Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantis hesa vikuna: Calendar Girls og Kaktusblóman

John William Joensen

Nógv virksemi verður í Atlantis um vikuskifti. Klaksvíkar Sjónleikarafelag spælir leikin Kaktusblóman, umframt at filmssýningar eisini eru á skránni.

Filmurin, á hvíta tjaldinum, kallast Calendar Girls, og verður hann sýndur frá mikudegi til sunnudag. Hvørt hvøld klokkan 22.00

Heiti: Calendar Girls
Spælitíð: 108 min.
Slag: Skemtifilmur
Leikstjórn: Nigel Cole

Leikarar: Helen Mirren, Julie Waters, John Alderton, Linda Basset og fleiri

Søgugongd: Sorgarleikurin rakar, tá maður Annie, hann eitur John, fær staðfest krabbamein, og doyr. Vinkonan Chris og hinar kvinnurnar í húsmøðrafelagnum, Women’s Institute, stuðla Annie væl. Chris far enn eitt av sínum svøku hugskotum, og vil geva John eitt virðuligt minni. Hetta skal gerast við at allar vinkonurnar, skulu út at selja ein myndaálmanakka fyri krabbasjúk børn, har tær sjálvar eisini eru naknu myndaevnini. Hetta hevur nógvar stuttligar hendingar við sær. Søgan byggir á veruligar hendingar, har nakrar vaksnar kvinnur vildu prógva, at hóast tær ikki vóru ungar, framvegis høvdu tann vakurleika, sum skuldi til, fyri at selja myndaálmanakkar.

Harleyfacadeacryl