Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantis hesa vikuna: Starsky & Hutch

Høgni Klakkstein

Vælumtókti amerikanski skemtifimurin Starsky & Hutch, verður at síggja í Atlantis hesa vikuna. Filmurin verður vístur mikukvøldið, hóskvøldið og fríggjakvøldið kl 21.00 – Leygarkvøldið kl. 23.00 og seinasta sýning verður sunnukvøldið kl 21.00

 
Filmslongd: ca 100 min
Høvuðsleikarar: Ben Stiller og Owen Wilson.
Arðir leikarar: Snoop Dogg, Vince Vaughn, Carmen Electra og Juliette Lewis.
Leikstjórn: Todd Phillips

Søgugongd:
Longu í 70’inum vóru gøturnar í Bay City vandamiklar. Har vóru smá brotsmenn og stórri brotsmenn – eitt nú rúsevnisbrotsmenn. Hesir høvdu eina keðiliga ávirkan á býin, og korruptiónin blomstraði.. Men ikki alt var út av lagi í Bay City, har búðleikaðust eisini teir báðir politistarnir Starsky & Hutch, ið eru, sum eldur og vatn; annar er øðiliga nærlagdur og hevur hug at gerða alt eftir bókini, einasti trupulleikin er at honum dámar væl skjótar bilar. Hin er meira líka til og ódisciplineraður, umframt at hann hevur fingurin á pulsinum, og góðar kontaktir á gøtuni.Tá teir byrja at kannað eitt mál, ið vísir seg at vera stórsta rúsevnisbrotsmálið í nógv ár, noyðast teir at leggja allar ósemjur til viks, og arbeiða saman. Teir eru í teirri støðu at teir er hvørki væl umtøktir hjá sínum egna stjóra, ella í brotsmannaheiminum. Hinvegin hava teir gott tak á konufólki, og hetta kemur teimum til hjálpar.