Nú leygarkvøldið kl.21:00 verður ein áhugaverd konsert í Atlantis. Talan er um konsert við tveimum bólkum, fløguaktuella bólkinum Headache Blues Treo (Havn) og Nicolina Rubeksen Band (Klaksvík)
Leygarkvøldið klokkan 21:00 verður ein áhugaverd konsert í Atlantis, talan er um konsert við tveimum bólkum. Headache Blues Treo og Nicolina Rubeksen Band.
Headache Blues Treo er bólkur úr Havn, mannaður av Edvard Nyholm Debes, Una R Debess og Rógva á Rógvu. Bólkurin sum er fløguaktuellur spælir Blues tónleik. Bólkurin var fyrstuferð at hoyra til seinasta Prix Føroyar, og hevur síðan tá javnan verið á palli, og nú kemur fyrsta fløgan hjá bólkinum, og hesa fløgu verður møguleiki at ogna sær eitt eintak av, í Atlantis nú leygarkvøldið.
Nicolina Rubeksen Band er nyggjur bólkur úr Klaksvík, mannaður av Nicolinu, Jógvan Fróðin Baldvinsson, Dánjal Kjærbo, Leif Egholm og Jens Paula Joensen. Tónleikurin bólkurin spælur er útlendskur popptónleikur. Atgongumerkir á 100,- kr. til konsertina fáast í húsinum ein tíma frammanundan.




