Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlants Tøkni vorðin partur av Senta

John William Joensen

Fyrr í ár var stór samanlegging í føroysku KT-vinnuni, tá ið samtakið NEMA keypti og legði saman fyritøkurnar Farodane og Com-Data og kallaði tær Senta. Nú hevur Senta fingið munandi styrk við førleikamikla Atlants Tøkni.

“Við at gera dugnaligu starvsfólkini í Atlants Tøkni til part av Senta, er Senta konsoliderað við munandi meiri  vitan, og styrkt er almikið um menningarpartin í fyritøkuni, soleiðis at hon nú kann bjóða eina fullfíggjaða
tænastuviftu til alt tað føroyska vinnulívið og til privatkundar,” siga Rolf Herup Olsen og Christian Nagata, stjórar í Nema. 

Nýggja átakið er eisini ein umráðandi liður í vakstrarætlanunum hjá Senta og týðandi táttur í at styrkja um marknaðarstøðuna hjá fyritøkuni, bæði í Føroyum og uttanlands. 

Um Atlants Tøkni
Atlants Tøkni er ráðgevingar- og menningarfyritøka og varð stovnsett í 2001. Fyritøkan hevur í virki sínum lagt dent á at veita umsitingarligar og tøkniligar KT-loysnir av bestu dygd og hevur verið í støðugum vøkstri síðan
byrjan. 

“Vit brenna fyri at menna dygdarloysnir. Saman við Senta fáa vit betri møguleikar at veita størri og enn betri loysnir, eins og vit styrkja um sølu og marknaðarliðið,” sigur Yngvi S. Guttesen, nevndarformaður í Atlants Tøkni. 

Atlants Tøkni hevur ment fleiri størri skipanir fyri stovnar og fyritøkur í Føroyum og uttanlands. Nevnast kunnu t.d. “Fíggjarlógarskipan landsins,” ið er karmur um alt fíggjarlógararbeiði løgtingsins, “Føroya porførisskipan,”
ið er stýrikervi fyri sporførisupplýsingum í fiskivinnuni, og “Nøglan,” ið er støðið undir øllum vøru- og tænastuveitingum hjá Føroya Tele. Nøglan vann heiðurin “Ársins talgilding” í 2005. 

Fram til í dag hava starvast 13 serfrøðingar á fyritøkuni, allir við hægri útbúgving á sínum øki. Hesir verða nú samrunnin partur Senta og ein sjálvsagdur liður í framtíðar menningini hjá einari av Føroya størstu og fremstu KT-fyritøkum. 

Vinaligar heilsanir,
Christian Nagata & Rolf Herup Olsen, Nema
Yngvi S. Guttesen, Atlants Tøkni

Harleyfacadeacryl