Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli: Avtalan í hálvleikinum helt ikki

Jákup Ósá

(Andorra) Atli Gregersen hevði undanlandsdystinum móti Andorra ikki selt hann fyri 0-0.

Liðskiparin á føroyska A-landsliðnumhelt eftir dystin, at onkrir glottar vóru m.a. frá teimum nýggjuleikarunum í uppstillingini.

– Teir nýggju leikararnir íuppstillingini gjørdu tað øgiliga gott. Vit fáa ikki spæliðordiliga at koyra, men vit arbeiða hart. Vit hava hildið máliðreint í trimum av fimm dystum, so tað er positivt. Men vit skulusum lið vera betri offensivt, segði Atli Gregersen við Norðlýsiðeftir dystin.

Vit spurdu Atla, um hann var samdur í,at føroyska liðið gjørdu ov lítið fyri at vinna dystin íseinna hálvleiki fram til reyða kortið.

– Eg eri samdur í, tá tú sigur, atvit ikki leggja nóg nógv fyri at vinna og skora frá 45. minuttitil 73. minutt. Men tað var ikki við vilja. Í fyrra hálvleikibyggja vit tað spakuliga upp til at koyra, men tað fyrsta korteriðí seinna hálvleiki er ikki nóg gott. Tá reyða kortið kemur, soblívur tað sum tað blívur. Men avtalan í hálvleikinum var atvit skuldu út og leypa á, men tað riggaði ikki. M.a. tí at vitspældu kanska seinni enn vit gera vanligt. Um tað var vøllurinella hvat tað var sum gjørdi tað, tað veit eg ikki. Á útivøllifær ein einki í altjóða fótbólti, men hvørki dómari ellavøllur skal hava skyldina fyri at vit ikki vinna, segði AtliGregersen eftir dystin.