Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli Danielsen langtíðarskaddur

Jákup Ósá

Skal undir skurð í næstum.

Skal undir skurð í næstum.

Við 41 A-landsdystum er Atli Danielsen ein av royndastu leikarunum í KÍ hópinum. Men nú verður 32 ára gamli miðvallarleikarin, sum eisini hevur røkt onnur pláss einstakar dystir, ikki at síggja aftur í KÍ í eina tíð. Atli hevur í eina tíð havt skaða trupulleikar, og nú skal hann undir skurð, sum ger, at hann verður leingi úti.

– Eg havi fingið boð frá læknanum um, at eg skal undir skurð fyri skaðan i beininum. Og tað ger, at eg verið úti í longri tíð. Í ringasta føri kann ganga eitt hálvt ár, til eg kann spæla aftur, men gongur tað væl, so skal eg kanska ikki avvísa, at eg spæli aftur seinni í ár, sigur Atli Danielsen við Norðlýsið.

Atli hevur spælt 6 av teimum 9 dystunum í Effodeildini higartil. Tó bara tann eina frá byrjan.