– Hvørki av liðunum kunnu brúka ein javnleik til nakað sum helst, sigur Atli Gregersen undan dystinum fríggjakvøldið. Hann væntar góðar karmar og ein hart spældan dyst.
– Hvørki av liðunum kunnu brúka ein javnleik tilnakað sum helst, sigur Atli Gregersen undan dystinum fríggjakvøldið. Hannvæntar góðar karmar og ein hart spældan dyst.
KÍ og Víkingur liggja í løtuni fremst í bólkinum aftanfyriHB. So hetta er meir enn nakað annað dysturin um 2. plássið og leiklutin atkunna fara elta HB á oddasessinum.
Eingin katastrofa
Víkingur hevur 13 stig eftir 8 umfør og tað eru 6 stig færrienn um somu tíð í fjør. Hóast ikki heilt nøgdir, so er liðskiparin hjá Víkingivið gott mót.
– – Eg veit ikki heilt, hvat eg skal siga umbyrjanina. Vit eru í topp 3 og í hálvfinaluni í steypakappingini, so hetta er ikkinøkur katastrofa. Vit kundu hugsa okkum eini 3-4 stig afturat. Vit hava vístframúr góðan form á heimavølli, men á útivølli hevur ikki gingið so væl. Men umhetta var niðurtúrurin, so er tað fínt. Men tað er greitt, at 7 stig upp tiloddaliðið ger tað trupult, sigur Atli Gregersen, ið vísir á, at tað ikki eruteir sjálvir ið hava útnevnt seg til FM favorittar, men onnur.
Størsti trupulleikin hjá Víkingi higartil hevur verið, atliðið hevur avrikað ov óstøðugt.
– – Avrikini hava verið óstøðug og lættast kannkanska vera at siga, at vit hava nakrar nýggjar leikarar á liðinum, sum skuluhav tíð. Men verjuparturin hevur latið nógv meir mál inn enn í fjør og álopiðhevur heldur ikki skorað, tá tað hevur staðið á, so tað er sum heild yvir allanvøllin, at tað hevur haltað í ávísum dystum, sigur hann.
KÍ kann fara allan vegin
Víkingur hevur sett málsetning um at enda millum 3-4 tey bestuliðini í ár. Vit spyrja, hvørji lið síggjast sum størstu avbjóðararnir til hesiplássini.
– – Vit vóna sjálvsagt, at vit kunnu spæla við heilthar uppi, men eg síggi FM stríðið í løtuni sum eina duell millum HB og KÍ. FærKÍ lukkað av í verjupartinum, so havi eg faktisk KÍ at fáa HB aftur. Øll tosaum hatta HB liðið, men hygg eftir, hvat teir hava vunnið. Tað er ikki tað heiltstóra, so eg hoppi ikki uppá handan vognin við at ræðast HB. Nú havi eg sæðnógvar frálíkar upptøkur hjá Norðlýsinum og Jóhan Thomsen við KÍ dystinum, oghar sær man, at liðið spælir rættuliga góðan fótbólt og leggja nógv fyri íhvørjum dysti, sigur liðskiparin hjá Víkingi.
Ein avgerandi dystur
Fríggjakvøldið leika Víkingur og KÍ í Sarpugerði. KÍ liggur5 stig aftanfyri HB, meðan Víkingur liggur 7 stig aftanfyri. Atli sær dystinsum rættuliga avgerandi.
– – Ja hetta er ein avgerandi dystur fyri, hvør skalfara at elta HB. Hvørki av liðunum kunnu brúka ein javnleik til nakað sumhelst. Tapa vit, so eru 10 stig upp til HB og tað sigur seg sjálvt, at taðverður nærum ógjørligt at innheinta. Eg vænti eitt orduligt brak við frálíkumkørmum og nógvum áskoðarum sum altíð, tá hesir dystirnir eru. Sum tað eisinihevur verið skrivað undan dystinum, so vænti eg ein hart spældan dyst og so erspurningurin, hvør kemur og trívast best við tí. Hjá okkum er ivamál um Kaj Leoí Bartalsstovu, men annars eru allir mans tøkir, sigur Atli Gregersen.
Eitt afturstig
At enda spyrja vit Atla, hvat hansara meiningar eru kringumstøðurnar til hálvfinalurnar í steypakappingini, har Norðlýsið hevur veriðkritiskt úti og funnist at fleiri viðurskiftum. Atli og hinir í Víkingi fóruallan vegin í fjør, so teir kenna støðuna.
– – Nei har má eg siga, at eg eri púra samdur. Athava 70 dagar ímillum hálvfinalurnar virkar púra hol í høvdið. Stemningurin ferúr og tú hevur ein dyst hangandi í alt ov langa tíð. Tú kanst tapa greitt fyrradystin, men hevur framvegis ein dyst hangandi. Heldur ikki kann formur ogliðsamanseting samanberast hjá báðum liðunum, tí so langt er ímillum. Í fjørleiktu vit tvær hálvfinalur í mai og tað virkaði fínt. Eg haldi als ikki, atein trupulleiki var, at tað var so langt fram til finaluna. Ístaðin var tað einfín gularót og ein kundi byggja formin fram til finaluna, sum eg eisini haldiat vit gjørdu. Og so er tað hasin flytingargluggin, sum kann fáa stóra ávirkan.Hetta er jú tætt uppat at kunna vinna eina steypafinalu og har eru nógvirpengar uppá spæl, so tað er skjótt hjá einum felag at fara út og keypa tveirklassa leikarar. Tað verður sagt, at tað sama var galdandi í fjør, men tað gertað framvegis ikki betri í ár. Og eg eri eisini samdur í, at dystirnir ikkiskulu liggja sama kvøld. Tí bæði vit sjálvir og nógvir av okkara áskoðarumynskja at síggja hina hálvfinaluna og tað sama er nokk galdandi í øðrumfeløgum, sigur ein avgjørdur Atli Gregersen at enda við Norðlýsið.




