Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli hugtekur hjá Frem

Norðlýsið

Atli Danielsen kláraði seg heilt væl í venjinardysti í vikuskiftinum

Um vikuskiftið hevur Atli Danielsen leikt við í venjingardystum hjá besta liðnum hjá Frem, og vit frætta frá KÍ-leikarum, sum sóu ein av dystunum, at Atli kláraði seg heilt væl í tí dystinum, har hann leikti í miðverjuni. Nakrir klaksvíkingar, sum eru nakrar dagar á skíferiu í Fraklandi, løgdu um vikuskiftið leiðina fram við hjá Atla og teimum í Frem, har teir leiktu í eini venjingarkapping saman við eitt nú Næstved. Í ferðalagnum úr Klaksvík vóru m.a. KÍ-leikararnir Jan Andreasen, Harley Bertholdsen og John William Joensen (fyrrv. leikari), og teir lótu sera væl at tí, sum teir sóu Atla avrika á vøllinum í dystinum ímóti Næstved. Sum skilst var talan um eina venjingarkapping, har liðini leiktu ein hálvleik ímóti hvørjum øðrum, og hálvleikin ímóti Næstved var Atli í miðverjuni hjá Frem. – Atli spældi heilt væl, og í mun til hinar á liðnum leikti hann á sera høgum støði, vóru vitjandi KÍ-leikararnir samdir um. Seinni um dagin leikti hann á miðvøllinum, men tann dystin sóu gestirnir ikki, so har hava vit ikki fingið nakra meting um avrikið hjá klaksvíkinginum, sum her heima er kendur fyri at kunna leika væl á fleiri plássum á vøllinum. Spennandi verður at síggja, hvar venjarin hjá Frem fer at lata Atla leika.

Harleyfacadeacryl