Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli og Oddmar framúr í seinna hálvleikinum

Norðlýsið

(Greiningar) Hyggja vit eftir avleveringum í dystinum móti B36, so vórutað tveir leikarar, ið skaraðu framúr í seinna hálvleiki umframt tann einainnskifta.

 

Tá Norðlýsið áður hevur gjørt greiningar um avleveringarv.m. so hevur ofta gingið aftur, at neyvleikin lækkar í seinna hálvleiki, táleikarar gerast troyttir og leikferðin ofta hækkar, har liðini satsa meira fyriat fáa mál.

 

Hesaferð síggja vit tó, at neyvleikin í avleveringum erlægri í fyrra hálvleiki. Í fyrra hálvleiki er Jógvan Isaksen tann tryggasti íavleveringunum. Í seinna hálvleiki kemur Oddmar Marsten á sama støðið sumJógvan í fyrra hálvleiki. Men serliga á miðvøllinum skarar ein leikari framúr íseinna hálvleiki. Atli Danielsen hevði 20 avleveringar og ikki ein fór tilskeivan leikara. Seinni koma vit inná, um hansara avleveringar í størsta muneru aftureftir og uppá tvørs. Eisini innskifti Heðin Klakstein var framúr íavleveringsspælinum teir 9 minuttirnar, hann var á vøllinum. Hann hevði 100%neyvleika í sínum 7 avleveringum, har nærum allar eisini vóru frameftir.

Eins og vanligt eru leikararnir á kantunum minst á bóltinum, tó at báðir teir innskiftu Ísak Simonsen og Jóhan Jacobsen eru nógv á bóltinum í mun til teirra leiktíð í seinna hálvleiki. 

 

Niðanfyri lýsa vit avleveringarnar í báðum hálveikunum og sotilsamans.  

Í fyrstu talvuni fyri fyrra hálvleik síggja vit, at Hjalgrím Elttør er mest á bóltinum, men hann hevur eisini ein part av feil avleveringum. Verjuleikarin Jógvan Isaksen er tryggast við bóltinum fyrstu 45 minuttirnar, meðan tað annars er javnt millum bakkarnar og miðbana leikararnar.

 

Koma vit til seinna hálvleik niðanfyri, so blíva serliga Oddmar Marsten og Atli Danielsen sera sannførandi í avleveringsspælinum.

Niðanfyri síggja vit tølini tilsamans fyri allan dystin. Her skal havast í huga, at fleiri leikarar spældu væl minni inni enn aðrir.

Niðanfyri síggja vit avleveringarnar í prosentum. Har sæst, at teir tríggir – Oddmar Marsten, Atli Danielsen og Heðin Klakstein – koma uppum 80% í røttum avleveringum.