Í KÍ-uppstillingini í gjár var eingin leikari uttanfyri ríkisfelagsskapin.
Síðstu árini er KÍ eitt av feløgunum í bestu deildini, sum hevur havt flestar útlendingar í hópinum. Tað er KÍ framvegis, men talið er fallandi. Tá Claes Kronberg eisini er skaddur, so eru ”bara” seks útlendskir leikarar, sum berjast saman við føroyingunum um pláss á liðnum.
Á Svangaskarði í gjár vóru átta føroyingar og tríggir danir, Mathias Rosenørn, Patrick Da Silva og Jesper Brinck, í uppstillingini. Sostatt var eingin leikari uttanfyri ríkisfelagsskapin í KÍ-uppstillingini. Tað er heldur sjáldsamt síðstu árini.



