Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Áttu hvør sín hálvleik í Runavík

Jákup Ósá

NSÍ og KÍ leiktu venjingardyst í Runavík í kvøld.

Kavin var ruddaður av vøllinum við Løkin og at síggja til var spælandi, hóast myrkur og hálka altíð ávirka nakað, tá spælt verður um kvøldarnar um hesa ársins tíð. Talan bleiv um dyst, har liðini átti hvør sín hálvleik. KÍ sat á tí mesta í fyrra hálvleiki og fekk eisini einasta málið hendan hálvleikin. Ronni Møller-Iversen sendi gott hornasparksinnlegg til Semir Hadzibulic, sum skallaði bóltin í málið. Í seinna hálvleiki sat NSÍ á tí mesta og fekk eisini einasta málið hendan hálvleikin og uppskriftin var tann sama, sum tá KÍ skoraði. Árni Frederiksberg sendi gott hornssparksinnlegg til Øss Dalbúð, sum skallaði bóltin í málið. 1-1 var endaliga úrslitið.

 

 

NSÍ-KÍ 1-1 (0-1)

0-1: Semir Hadzibulic (Upplegg: Ronni Møller-Iversen)

1-1: Øssur Dalbúð (Upplegg: Árni Frederiksberg)

 

 

NSÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-1-1): Eli Joensen – Bárður J. Hansen, Jóhan T. Davidsen, Per Langgaard, Jens Joensen – Árni Frederiksberg, Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen – Betuel Hansen, Klæmint A. Olsen. Í seinna hálvleiki gjørdi NSÍ fleiri útskiftingar.

KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-3-3): Meinhardt P. Joensen – Boris Dosljak, Marko Dusak, Hørður H. Askham, Óli Ey. Poulsen – Hákun Edmundsson, Ronni Møller-Iversen, Semir Hadzibulic – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør. Í hálvleikinum komu Andrias á Marknagili, Kristoffur Jakobsen og Steinbjørn Olsen inn og seinni komu Jóhan W. Høgnesen, Dion Splidt og Jonn Johannessen inn.