Kallanes fór á Føroya Banka við línu í síðstu viku. Eyðólvur Vang skipari sigur, at teir nú eru við at leggja at á Eiði eftir túrin og hann metti veiðuna til umleið 14.000 pund. Næstan alt er hýsa, sigur hann, ein spragga ein toskur og nakrar longur. Veðrið var gott á túrinum, tó var streymurin nakað harður. Manningin, ið var úr Indunesia royndist bara væl, segði Eyðólvur tað er tó spell at ongin toskur er at fáa har. Svartroggjaði toskurin sum línubátarnir fáa á Íslandsrygginum fyri tíðina er betur fyri enn toskurin á bankanum, legði hann afturat.


