Kristian Eli Zachariassen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommnu sigur, at nú verður fari undir at væla um og gera fjallagøturnar í kommununi meira atkomiligar
Hetta varð samtykt Umhvørvis- og býarskipanarnevndini í fjør og er eisini samtykt av býráðnum. Byrjað verður við gøtuni út eftir vatnveitingini í Uppsalahaga. Tað eru ung í arbeiði, sum undir leiðslu av einum persóni frá umsitingini í Klaksvíkar kommunu, ið fara undir arbeiði nú.
Ætlanin er, at gera gøtuna somikið breiða, at hon skal kunna brúkast av gongufólki, rennarum og eisini skulu súkklur kunna brúka gøtuna.
Hetta er liður í eini verkætlan, har eg síggi fyri mær, at vit gera eitt nú gongugøtuna út í Skúvadal, í Svartadal, runt Klakkin í Føgrulíð og niðan á Hálsin og eisini gøtu niðan í Gravardal.
Vit hava valt at byrja við gøtuni út á Borðoyanesháls, tí vit halda at hendan er væl egna til ung í arbeiði. Gøtan í Skúvadal var eisini upp á tal, men har krevst størri orka at gera gøtuna runt Núp og niðan á Breiðhjallan. Ein onnur gøta sum liggur frammalaga er eisini gøtan í Svartadal, sum vit kanska fara undir í komandi ári.
Hóast hesi arbeiðini ikki eru stórar verkætlanir, so meti eg at hetta eru klípi, ið koma at hava týdning fyri trivnaðin og frítíðina hjá fólki í býnum.
Eg síggi fyri mær, at vit við miðvísum arbeiði á hesum øki, um 10 ár ella so fara at kunna sambinda fjallagøturnar kring býin til gagn fyri frítíðaraktivitetir hjá borgarunum, sigur Kristian Eli Zachariassen, formaður i Umhvørvis og býarskipanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu.




