Í vikuni sum fór, var eg ein túr við myndatólinum. Eyðun Rasmussen og sonur hansara fluttu meg um Fjørðin, Djúpuni og á Fuglafjarðarpoll.
Hvørji ørindi okkara vóru koma vit til seinni. Í dag fáa tit bert myndir. Út eftir Vágni, fram við Klakkinum, um Fjørðin, útsýnið norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð yvir á Húsar og Syðradal.
Fram við Galvinum har Loftið í Galvinum, Klubbin og annað gott sæst.
Vit løgdu síðani yvir ímóti Lorvíksboða undir Kálvadali og inn eftir Pollinum inn ímóti Toftanesi, har Bakkafrost hevur aliringar liggjandi. Ørindi okkara vóru at fregnast um arbeiðið, ið fór fram har í vikuni.
Síðani gekk leiðin aftur til Klaksvíkar. Myndir av Fuglafirði, Ritudali, Líðarmunna og ymiskum vit møttu á ferðini.
Við Gálvin var ikki sørt av fugli at síggja. Ikki minst sást nógv fuglaskræpa niðri við sjóvarmálan. Helst er hetta boð um, at seiður og æti er við Galvin. Galvurin var sum kunnugt tiltikin fyri stóra galvaseiðin, ið næstan altíð fekst har. Men sum so mangt annað, so hevur seiðurin ikki havt so stóran týdning fyri føroyska matarseðilin seinnu árini, tí hevur ikki so nógvur bátur verið at sæð dyrgjandi á galvinum.
Fólkið velur helst heldur pitsa og “kylling”.


























































































