Róðin Dam, ætlar sær nú at royna seg sum skipskokkur, eftir at hava lært og arbeitt á kendu restaurantini á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.
Róðin Dam er ættaður úr Klaksvík, sonur Finn Bøje Dam og Minnu. Eftir loknan barnaskúla fór eg eins og so mangir aðrir til skips. Smátt um smátt fór eg at hugsa um útbúgving og ætlaði mær á skiparaskúla. Men síðani gjørdi eg av heldur at fara at læra til kokk, tí so kundi eg sjálvur avgera um eg vildi vera á sjónum ella uppi á landi.
Sum 21 ára gamalur fekk eg lærupláss á Copenhagen Corner á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, og eftir at lærutíðin var liðug, arbeiddi eg har í trý ár afturat, so árini á Copenhagen Corner blivu 7 tilsamans. Nú tá Hans Arne Bertholdsen ringdi til mín og bað meg koma við Atlantic Navigator, arbeiddi eg í kantinuni á einum stórum medisinalfirma niðri.
Eg helt hetta ljóðaði spennandi og avgjørdi tí at royna. Eg havi ikki roynt meg sum skipskokk áður, við proviantering og tí sum har tilhoyrir, men her havi eg gott fólk at stiðja meg til, millum aðrar Jegvan Eliasen og Finn Stampe, ið hava verið við Nærabergi, og harafturat er ein danskur kokkur eisini, so vit skulu nokk fáa tað at rigga.




