Tað er ikki tespuligt hjá teimum, ið varða av skipunum í løtuni. Gadus liggur við vestaru kaj, og har er fólk alla tíðina og hyggur eftir skipinum.
Ongi festi eru á landi uttan tey, við kajkantin. Skipið er høgt, og tað ger, at endarnir frá skipinum og í land nærum standa lodrættir. Fyri at bøta um hetta, eru endar strektir suður og norður frá skipinum og inna á kajina.
Vindurin var av tí mesta tá vit vóru úti við myndatólinum fyri løtu síðani. Hóast lágætt ella útsynning, so var nógvur sjógvur út eftir Vágni.
Á Borðoyarvík er í løtuni ógvusligur uppgangur. Vit royndu at hyggja eftir um nakað var hent neystunum, men illveðrið gerð, at ikki er farandi omanum neystini, so tað má bíða til veðrið blíðkar.




