Við Løkin eru fyrireikingarnar í hæddini, nú spurnakappingin “Av Skipanesi til Æðuvíkar” verður skotin í gongd hóskvøldið
Við Løkin eru fyrireikingarnar í hæddini, nú spurnakappingin “Av Skipanesi til Æðuvíkar” verður skotin í gongd hóskvøldið
Talan er um eina heilt serliga spurnakapping. Undir slagorðunum “undirhaldandi og upplýsandi” fara 4 lið, hvørt teirra mannað við tveimum gløggum og glaðum luttakarum, hetta kvøldið at kappast um at koma í stóru finaluna, sum verður 25.mai í Løkshøll. Luttakararnir hava allir tilknýti til økið av Skipanesi til Æðuvíkar. Teir fara at kappast í evnum, sum eru viðkomandi í júst hesum økinum. Nevnast kann, at spurt verður um NSÍ-søgu, um aðra ítrótt enn fótbólt, um persónar, sum hava víst serligar gávur ella staðið fyri serligum avrikum, um staðarnøvn, um røddir og árstøl.
Eitt av sermerkjunum ella hæddarpunktunum hetta kvøldið er uttan iva hin alternativi spurningurin. Her skulu luttakararnir framføra eitthvørt eftir egnum hugflogi. Hini árini hava vit verið vitni til yrktar sangir og kvæði, sum luttakararnir sjálvir hava borið fram, og fleiri sera skemtiligar sketsj eru førdar fram.
Umframt sjálva spurnakappingina, so er annað eisini á skránni. Hetta hóskvøldið fer Janus Trygvason at syngja nakrar sangir. Hann er onnur helvtin í tí, sum kallaðist Safir. Úti á gongini í Skúlanum við Løkin sýna Oggi Lamhauge og Anna Jacobsen fram myndlist. Áskoðararnir kunnu tí njóta eina frálíka myndasýning, meðan teir í steðginum njóta ein kaffikopp.
Vertirnir eru ikki hvørjir sum helst. Teir báðir John Andersen og Jonhard Hansen eru m.a. kendir frá Vespureiðrinum. Teir stýra kvøldinum á ein heilt serligan hátt. Í hálvleikunum fáa teir gestir á pallin til eitt stutt vespuinnslag.
Tiltakið verður í Løkshøll hóskvøldið 27.apríl kl. 19.30. Hetta fyrsta kvøldið eru tveir dystir á skránni. Fyrst kappast Bill Justinussen og Tóri Højgaard móti Eli Lassen og Jóannesi Djurhuus. So er ein steðgur, og áskoðararnir fáa kaffi og køku. Í seinna dystinum hitta tey bæði Andrass Hansen og Jóna Kristiansen teimum báðum Djóna Nolsøe Joensen og Harry Knudsen.
Myndir og filmsbrot eru at síggja á: https://www.facebook.com/AvSkipanesiTilAEduvikar




