Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Av Viðareiði til Keypmannahavnar á Frigg

Danial Viðoy

FRIGG: Viðingurin Jóhann Hvannastein Jacobsen er komin allan vegin av Viðareiði. Og hann ætlar sær á norðurlendska festivalin, Frigg, sum fer av bakkastokki í morgin klokkan 15.00, tá ið Signar í Homrum sleppur fram at mikrofonini. – Honum í hølunum er fólkakæri Hanus G.

Jóhann hevur skilt norðurlendsku grundregluna hjá Frigg festivalinum. Við sær av Viðareiði hevði hann eitt tjógv, nakrar grindalykkjur, spik, lippur og føroyskar øl. Jú, tann føroyska mentanin verður væl blandað øðrum norðurlendskum siðum.

Í gjár vaskaði Jóhann bil í túninum norðuri á Viðareiði og í dag gongur hann í fínasta pussi á gøtunum í Keypmannahavn.

Jóhann gleðir seg nógv til í morgin tá ið Kongens Have verður karmur um norðurlendska festivalin. – Hóast skráin er sera góð, so harmar tað hann, at Hans Hjalti Skaale ikki kemur at syngja vísur. Men tað kann verða eina aðruferð.

Norðlýsið fer eisini ein túr á Frigg. Reportarin kundi hugsað sær myndir frá fólki, sum gera okkurt serstakt í sambandi við festivalin. Ein mynd av Jóhann er eitt gott boð. – Tað er bara at taka eina mynd og leggja hana á Facebook og bronglastempla #nordfrigg.