Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ávaringarnar frá vinnuni mugu takast í álvara

John William Joensen

Tað var dramatikkur tá Magni Laksáfoss, løgtingslimur hjá Sambandsflokkinum, fór á røðarapallin, tí tað ljóðar, at hann hevði gjørt eina “clearings” avtalu við Kristin Michelsen, fyri at uppskotið hjá samgonguni sleppur til triðjuviðger.

Magni fanst at uppskotinum sum fyriliggur í løgtinginum og hann segði at hann hevði onga orsøk til at ivast í at tær útsagnir, sum seinastu dagarnir eru komnir frá vinnuni um álvarsamar avleiðingar, ikki vóru rættir.

Hann mælti til at løgtingið royndi at finna eina semju um málið og at flokkarnir veruliga løgdu seg eftir at finna semju.

Hann helt ikki at tíðin var ein trupuleiki tí tað átti at borið til at funnið eina politiska semju skjótt.