Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Avbjóðandi hjá KÍ at fara til Tiraspol

Jákup Ósá

Í Norra verður mælt frá at fara til Tiraspol, sum liggur í landspartinum Transnistria í Moldova.

Transnistria er eitt lýðveldi, ið ikki hevur altjóða viðurkenning við Tiraspol sum høvuðsstaði. Har er millum annað eftirlit á markinum millum Moldova og Transnistria, men fótbóltur har er fult integreraður í moldovanskar kappingar

Sheriff Tiraspol vann fyrra dystin 5-1 og verður tí mest sannlíkt mótstøðulið hjá KÍ í play-off um at koma í Evropa League. Men hetta verður ein avbjóðing hjá KÍ og serliga teimum rundanum. Tað tykist púra greitt, tá vit hava tosað við umboð frá KÍ. Og hetta staðfesti Tummas Lervig eisini í KVF á middegi.

Býðurin Tiraspol liggur á markinum til Ukraina. 200 kilometrar frá havnabýnum Odesa, ið hevur verið álopin av russum. Norskir miðlar vísa á, at fyrstu tíðina eftir at kríggið byrjaði noktaði UEFA at Sheriff Tiraspol spældi á sínum heimavølli, men hetta er síðani broytt. Norska uttanríkismálaráðið mælir fólki frá at fara til landspartin Transnistria, um tað ikki er alneyðugt. Í Danmark eru eingi slík tilmæli.

Sum skilst er í løtuni mest sannlíkt, at KÍ fer at ferðast við rutuni til høvuðsstaðin í Moldova, Chișinău, fyri síðani at koyra til Tiraspol, ið tekur áleið tveir tímar. KÍ eigur heimadyst fyrst, sum verður hósdagin og hósdagin aftaná er dysturin í Moldova.