Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avbjóðingin hjá føroysku fakfeløgunum er at finna felags stev

John William Joensen

Í dag er 1. Mai og hóast skipað verður fyri 1.maidagshaldi í Havn, so stendur fakfelagsrørslan sera veik í almenna orðaskiftinum heldur stjórnmálafrøðingurin Jógvan Mørkøre.

Í dag er 1. Mai og hóast skipað verður fyri 1.maidagshaldi í Havn, so stendur fakfelagsrørslan sera veik í almenna orðaskiftinum, heldur stjórnmálafrøðingurin Jógvan Mørkøre.

Um allan heim hátíðarhalda fakfelagsrørslur arbeiðaradagin, men í Føroyum hevur dagurin havt munandi minni áhuga eisini millum limirnar í fakfeløgunum og tað er ein orsøk fyri tí heldur Jógvan Mørkøre.

Í Danmark hava fakfeløgini traditión fyri at standa saman og skipaðu seg rættiliga tíðliga í samstarvsfelag sum LO. Í Føroyum hava fakfeløgini umframt at verða býtt sundur í ymisku yrkini eisini verð býtt millum tey sum hava sínar limir á landi og so tey sum hava sínar limir á sjónum.

Ein stórur partur av arbeiðarafjøldini í Føroyum hevur verið á sjónum og tí hevur dagurin 1.mai ongantíð veruliga biti seg fastan.

Í dag er støðan tann at tali á ófaklærdum arbeiðsfólkum er minkandi meðan ein miðalklassi við serliga skrivstovufólkum er vaksin sera nógv, men størsti trupuleikin sum fakfeløgini hava í dag er at tey standa sera veik í almenna orðaskiftinum.

Arbeiðsgevarafeløgini við Vinnuhúsinum luttekur beinleiðis í almenna orðaskiftinum og hevur á tann hátt nógv størri ávirkan á almenna orðaskifti og á tær avgerðir sum politiska skipanin fremur.

Fakfeløgini harafturímóti eru skipaði í eina røð av sjálvstøðugum feløgum og bara her í Havn hava vit eina røð av nevndum sum halda til í húsum sum eru ymsastaðni kring um í býnum.

Samtak er einasta røddin sum veruliga luttekur í almenna orðaskiftinum við fakligum viðmerkingum til mál.

Tí er eingin ivi um at fakfeløgini eiga at finna saman undir somu lon, soleiðis at tey kunnu uppbyggja eina felags rødd sum alla tíðina megnar at hava hagtalsgrundarlag o.a. sum er neyðugt fyri at undirbyggja sjónarmiðini hjá fakfelagsrørsluni í almenna rúminum.