Tá Jógvan við Keldu festið í fjúsið fyri seinasta skotinum í Norðoyatunnlinum, var eitt ávegis punktum sett fyri eini stórari verkætlan.
Flestu norðoyingar munnu minnast kjakið um tað mundið, tá Jógvan kom fram við hugsanunum um ein undirsjóvartunnil um Lorvíksfjørð, tá býráðslimir í Klaksvík vóru í Íslandi og fingu sjón fyri søgn, hvussu íslendingar gjørdu frambrot við undirsjóvartunnli og tá Bergur Jacobsen, heitur í orðastríðnum lovaði at eta sín gamla stráhatt, um so var at undirsjóvartunnilin nakrantíð bleiv veruleiki, so Bergur fær nakað at hugsað um í vetur.
Skemt til síðis. Norðoyggjar standa nú fyri stórum avbjóðingum, nú vit gerast partur av meginøkinum í Føroyum, einum øki, har fast samband er til ukleið 85% av íbúgvunum.
Tey, ið ikki eru heilt álvulig við nýggja samfelagsliga frambrotið halda, at norðoyingar als ikki eru klárir til kappingini og fara ikki at vera førir fyri at kappast við onnur aðrastaðni frá.
Í okkara verð er onki at ivast í, at tey, ið stúra fyri samfelagnum her fara at sanna, at so fer ikki at vera.
Hyggja vit afturum okkum, so kjósaðu vit klaksvíking nr. 5000 fyri umleið 16 árum síðani, og enn eru vit ikki aftur eftir kreppuna komnir uppá 5000 íbúgvar í Klaksvík, ímeðan aðrir partar av landinum framhaldandi hava økt um talið av borgarum. Bara við hesum í huga sæst, at um vit framhaldandi onki fast samband høvdu fingið, so hevði samfelag okkara helst staði í stað, ja, kanska farið at gingið aftur eftir hæli, tí lítið er at ivast í, at nógv av teimum arbeiðsplássum, sum síðani tunnilsgerðin bleiv veruleiki hava bygt uppi í Klingrugarði og aðrastaðni kring um í býnum, høvdu als ikki verið komin upp á tal, um so var at undirsjóvartunnilin ikki gjørdist veruleiki.
Fyrireikararnir til handilssentrið í miðbýnum eru nú komnir somikið langt við verkætlanini, at teir í heyst fara at leggja ætlanina fram fyri almenningin og valla høvdu heldur teir tora undir eina so stóra ætlan uttanso at teir sóu sær møguleikan fyri einum størri fólkagrundarlagi enn bara norðoyggjar kunnu geva.
Klaksvíkar Býráð hevur eisini tikið tøk í hesum sambandi og vit fáa í næstum eina hart tiltrongda og kanska landsins bestu góðshavn í Ánunum. Tað at ferð varð sett á hesa útbygging hevur heilt víst eisini verið ávirkað av Norðoyatunnlinum, tí tunnilin ger Klaksvíkar Havn so nógv meira kappingarføra enn gamla sambandið um Lorvíksfjørð. Vit hava enn ongar ítøkiligar ábendingar fingið um at eitt nú Norrøna fer at sigla til Klaksvíkar, men tað er ikki ómøguligt at tað kann koma upp á tal, tá undirsjóvartunnilin er veruleiki, tí skipið kann spara hópin av tíð við bert at leggja at í Ánunum í føroyum, heldur enn at skula skotrað seg inn á onkran fjør ella inn á Havnina, har skipið má passa sær løgir alt eftir ættini. Í Ánunum slepst altíð at og við undirsjóvartunnlinum er koyrandi til 85 % av landsins heimum.
Jú avbjóðingin nærkast og norðoyingar hava longu tikið av avbjóðingini.




