Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AVE fekk Væl-á-veg prísin

Danial Viðoy

Iceland Airwaves, Atlantic Airways og G! handaðu í ár, fjórða árið á rað, Væl-á-veg-prísin á G! Festival í Syðrugötu, í ár var tað ársins bólkur á FMA AVE, ið vann prísin, ið er luttöka á Iceland Airwaves og ferðastuðul frá Atlantic Airways.

Tað skrivar G!.

Henny Maria Frimannsdóttir, umboð fyri Iceland Airwaves, segði:

– Vit eru sera spent uppá at fáa Ave á Iceland Airwaves í november. Tað er eitt sindur síðani, at Benjamin og Petur fangaðu okkara áhuga og hildu vit at teir ljóðaðu spennandi og passaðu væl inn í okkara festival. Vit gleða okkum!

Benjamin Petersen og Petur Pólson leggja aftrat:
– Vit eru sera glaðir og takksamir fyri hendan heiður og gleða okkum at spæla í Íslandi aftur.