Í dag verður ein avgerandi botndystur í Leirvík í 1.deild.
HB, KÍ og Víkingur kappast í botnstríðnum í 1.deild fyri at umganga at flyta niður saman við EB/Streymi.
Víkingur er á 7. plássi við 25 stigum, HB er á 8. plássi við 23 stigum og KÍ á 9. plássi við 22 stigum. KÍ møtir Víkingi í Leirvík í dag, meðan HB fær vitjan av oddaliðnum TB. 4 umfør eru eftir at spæla í 1.deild og tað kann nevnast, at KÍ og HB møtast í seinasta umfarinum.




