B68 vitjar í Klaksvík sunnudagin.
B68 er nummar fýra í deildini, meðan KÍ er nummar trý. Fýra stig eru á muni millum liðini, nú trý umfør eru eftir. Fyri at B68 skal flyta upp, so er neyðugt at enda í topp 3, og tí krevst ein sigur móti KÍ sunnudagin. Í 26. umfarinum møtast NSÍ og KÍ, sum í løtuni liggja nummar tvey og trý, so B68 kann avgera tað sjálvt við at vinna allar tríggjar dystirnar.
Dysturin byrjar kl. 16.15.



