Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avgerandi fundur í Uttanríkismálaráðnum í morgin kl. 8:30

John William Joensen

Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður, leggur dent á at fundurin kl. 8:30 í morgin við danska Uttan Ríkisráðharran, er sera týdningarmikil. Við á fundinum verða danski uttanríkisráðharrin, danski fiskimálaráðharrin og Føroya Løgmaður, føroyski Fiskimálaráðharrin og embætisfólk.

Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður, leggur dent á at fundurin kl. 8:30 í morgin við danska Uttan Ríkisráðharran, er sera týdningarmikil. Við á fundinum verða danski uttanríkisráðharrin, danski fiskimálaráðharrin og Føroya Løgmaður, føroyski Fiskimálaráðharrin og embætisfólk.

Mikudagin í seinastu viku vóru danski uttanríkisráðharrin og danski fiskimálaráðharrin á fundi í Bruxell. Norðlýsið hevur áður skrivað at á tí fundinum vóru umbønirnar frá donsku stjórnini um at útseta handilstiltøkini avvíst og Maria Damanaki gjørdi greitt at handilstiltøkini fóru at verða sett í verk um ein góðan mánað. Vit hava ikki fingið hesi tíðindini vátta á skrivstovuni hjá Damanaki men hava umvegis fingið hetta staðfest.

Í morgun var avgjørt at neyðugt var hjá Løgmanni og landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum at fara til Keypmannahavnar á fund við donsku stjórnina – samstundis sum serliga fiskivinnunevndin hjá ES hevur fund í morgin í Bruxell. Tá vit hittu løgmann úr Keypmannahavn fyri løtu síðan segði hann at talan var um ein sera týðandi fund.

– Eg kann bara staðfesta at í politikkur í hesum føri er ikki logikkur tí ES í hesum føri brúkar vøddar og trýstir síni áhugamál ígjøgnum. Danska stjórnin hevur arbeitt hart fyri at forhála og men tað tykist heldur ikki hava rokkið á mál. Fyri ríkisfelagsskapin er talan um eitt álvarsmál og á fundinum í morgin fara vit eisini at umrøða tann spurningin.

Løgmaður vantar at fáa eina greiða mynd av støðuni á fundinum í morgin, men sum Norðlýsið skilir er støðan longu komin har til at ES fer at seta tiltøk í verk og danska stjórnin longu hevur fingið at vita nær tiltøkini móti Føroyum verða sett í verk.

Sum skilst er politiska skipanin ikki fult samd við støðuna sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumál tók tá hann hækkaði føroysku kvotuna av Norðhavssild úr 5,7% upp í 17%. Tað at Íslandi heldur ikki vildi stuðla hesari støðutakan Føroya ger at Føroyar hava staðið rættiliga einsamallar.

Í morgin er eisini fundur í ES komisjónini og tí eru tað fleiri sum í kvøld vænta at støðan er komin har til at landstýrið í morgin fær at vita at handilstiltøkini verða sett í gildi við stuttari freist um Føroyingar ikki vilja slaka.

Harleyfacadeacryl