Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avgerðin fellur í kvøld

Norðlýsið

Dystur verður í KÍ-høllini kvøld millum kvinnurnar hjáStjørnuni og Kyndil í Coca-Cola kappingini, sum er steypakappingin. Liðið, sumvinnur dystur, kemur í hálvfinaluna.

Hjá kvinnunum er kappingin soleiðis skipað, at liðini íbestu kvinnudeildini er býtt í tveir bólkar. Í øðrum bólkinum eru VÍF, Neistinog StÍF, meðan liðini í hinum bólkinum eru Kyndil, VB og Stjørnan. Liðini íhvørjum bólki leika ein dyst móti hvørjum øðrum, og tey bæði ovastu liðini íhvørjum bólki koma í hávlfinaluna. Í bólkinum, sum Stjørnan er í, er VB á oddavið 4 stigum,  t.v.s. at VB hevur vunniðá bæði Kyndli og Stjørnuni, og er komið í hálvfinaluna. Kyndil og Stjørnan havaonki stig.

Sostatt fellur avgerðin í kvøld, um tað verður Kyndil ellaStjørnan, sum verður hitt liðið í bólkinum, sum kemur í steypafinaluna. Kyndiler favorittur til at vinna dystin, men í eini steypakappinigardysti kann althenda, so møguleikin hjá Stjørnuni er har. Dysturin byrjar kl. 19:30.