Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avgerðin fellur ofta seinastu løtuna

Jákup Ósá

KÍ-HB hagtøl: Ongantíð seinastu 7 dystirnar er uppgerðin millum KÍ og HB í Klaksvík endað við meir enn einum máli á muni millum liðini. Og ofta eru seinastu avgerandi málini komin seint í dystinum.

KÍ-HB hagtøl: Ongantíð seinastu 7 dystirnar er uppgerðin millum KÍ og HB í Klaksvík endað við meir enn einum máli á muni millum liðini. Og ofta eru seinastu avgerandi málini komin seint í dystinum.

Sunnudagin er stóri klassikarin í føroyskum fótbólti á skránni, tá KÍ tekur ímóti HB. Søguliga sæð hava hesir dystirnir mangan bjóðað uppá topp undirhald og í gomlum døgum vóru tað ofta hesir dystir, sum avgjørdu FM stríðið. Tað ger dysturin sunnudagin ikki, tí eftir hann eru framvegis 24 umfør eftir at spæla. Men hann fer at geva okkum eina ábending um, hvørja styrki liðini hava í ár. Serliga HB vænta fólk nógv av, meðan KÍ av teimum flestu verður mett sum eitt av liðunum, sum fer at stríðast um 4. plássið, sum gevur seinasta Europa League plássið.

Síðani KÍ í 2010 flutti upp í bestu deildina hevur liðið 7 ferðir spælt landskappingardyst móti HB í Klaksvík. Samanlagt hevur HB munin hesar dystirnar.

KÍ vunnið: 1

Javnleikur: 3

HB Vunnið: 3

Samlaða málúrtøkan er 12-14 og ongantíð er tað komið fyri, at meir enn eitt mál hevur skilt liðini. Í miðal koma 3,7 mál hesar dystirnar og tað staðfestir høga undirhaldsvirðið.

Avgerðin fellur seinastu løtuna

Tað er heldur einki at ivast í, at bæði orka og mentali parturin spæla nógv inn, á hesi liðini møtast. Tí tað er í seinasta partinum av dystinum, at tey avgerandi málini sum oftast eru komin. Í 6 av teimum 7 dystunum er avgerandi málið ella málini komin frá 73. minutti ella seinni. 10 av teimum 26 málunum eru komin seinastu 17 minuttirnar.

Dystirnir seinastu 4 árini eru hesir:

14. september 2014

KÍ-HB 1-0

1-0: Hjalgrím Elttør 73. min.

25. mai 2014

KÍ-HB 1-2

1-0: Rodrigo Silva 29. min.

1-1: Fróði Benjaminsen 50. min.

1-2: Fróði Benjaminsen 74. min.

25. apríl 2013

KÍ-HB 3-4

1-0: Hjalgrím Elttør 18. min.

2-0: Sjálvmál 23. min.

2-1: Kristin R. Mouritsen 38. min.

2-2: Alex dos Santos 42. min.

3-2: Ivan Joensen 68. min.

3-3: Símun Samuelsen 81. min.

3-4: Fróði Benjaminsen 84. min.

18. august 2013

KÍ-HB 3-3

1-0: Páll A. Klettskarð 30. min.

2-0: Sjálvmál 34. min.

3-0: Páll A. Klettskarð 35. min.

3-1: Christian R. Mouritsen 51. min.

3-2: Bárður Olsen 75. min.

3-3: Páll M. Joensen 88. min.

5. apríl 2012

KÍ-HB 1-1

1-0: Kristoffur Jakobsen 23. min.

1-1: Christian R. Mouritsen 32. min.

19. august 2012

KÍ-HB 1-2

1-0: Páll A. Klettskarð 36. min.

1-1: Fróði Benjaminsen 75. min.

1-2: Sjálvmál 85. min.

21. august 2011

KÍ-HB 2-2

0-1: Hanus Thorleifsson 6. min.

1-1: Hjalgrím Elttør 15. min.

2-1: Álvur F. Christiansen 88. min.

2-2: Teitur M. Gestsson 94. min.

Toppskjúttar hesar 7 dystirnar:

4 mál: Fróði Benjaminsen

3 mál: Hjalgrím Elttør

3 mál: Páll A. Klettskarð

2 mál: Christian R. Mouritsen