Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avgerðin fellur um 70 dagar

Jákup Ósá

KÍ og EB/Streymur leiktu javnleik 1-1 í kvøld og tí er einki avgjørt undan seinnu hálvfinaluni í steypakappingini.

KÍ og EB/Streymur leiktu javnleik 1-1 í kvøld og tí er einkiavgjørt undan seinnu hálvfinaluni í steypakappingini.

KÍ byrjaði sum eitt ódnarveður í kvøld og m.a. hevði Heðin áLakjuni eina roynd á stongina.  KÍ hevðifleiri stórar møguleikar, men ímóti spælibýtinum kom EB/Streymur á odda, tá LeifNiclassen skoraði eftir umleið hálvum tíma. Í seinna hálvleiki kom KÍ uppájavnt, tá verjuleikarin Jógvan Isaksen fór fram við í einum álopi, ið endaðivið at hann javnaði til 1-1. Í seinna hálvleiki var dysturin ikki eins opin ogmøguleikarnir ikki eins nógvir. Endaliga støðan gjørdist 1-1.

Sostatt er dysturin púra opin undan seinnu hálvfinaluni.Seinastu tvær ferðirnar hevur KÍ fingið 1-1 javnleik við Margáir og tí skuldi heimavøllurinikki verið stórur fyrimunur. Seinna hálvfinalan verður leikt 7. august ella um 70 dagar og fram til tá kunnu umstøðurnar hjá liðunum broytast nógv.