Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avlop hjá Faroe Ship-samtakinum

John William Joensen

– Serligar umstøður ávirka úrslitið – Feløgini í Faroe Ship samtakinum høvdu kr. 4,6 mió. í avlopi í seinasta roknskaparári.

Hóast hetta ikki kann metast at vera nakað gott úrslit, er úrslitið ikki óvæntað, og leiðslan er eftir umstøðunum nøgd.
Einasta felag í samtakinum, sum ikki hevði avlop, er P/F Faroe Ship, sum hevði kr. 25 mió. i halli. Orsøkin til tað stóra hallið eru serligar niðurskrivingar av skipum.

Nógv orka er í farna ári løgd í at samskipa virksemið í feløgunum, og sum lið í arbeiðinum at betra um flutningin millum Føroyar og útheimin varð avgjørt at skifta tey gomlu skipini út. Lómur og Blikur eru seldir eftir roknskaparlok, og prísurin,  sum fekst fyri teir, var lægri enn tað virði, skipini vórðu bókað til í roknskapinum.

Søluprísurin var kendur, áðrenn roknskapurin fyri 2007 var liðugur, og tað varð mett at vera rætt at niðurskriva skipini til søluprísin. Hetta førdi til, at Faroe Ship hevði stórt hall.

Teir hækkandi oljuprísirnir tyngja eisini raksturin. Men hóast hetta og hóast eyka niðurskrivingar av skipum høvdu føroysku feløgini í samtakinum samanlagt eitt avlop upp á kr. 4,6 mió.