Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avloysarastarv – Leiðari til Norðoya Kunningarstovu

LÝSING

Tíðarskeiði er frá 29.03.2016 ella eftir avtalu og 1 ár fram.


Uppgávurnar eru í høvuðsheitinum hesar:

Dagliga leiðslu av Norðoya Kunningarstovu

Skipa arbeiðsgongdir og arbeiðsumhvørvi til gagns fyri starvsfólkið og Norðoya Kunningarstovu.

Projektleiðsla av projektum og átøkum

Samstarva við tey sum fáast við ferðavinnu, vinnulív og handil, Norðoyggjar til frama.


Førleikakrøv:

· Tú hevur viðkomandi útbúgving

· Tú hevur royndir innan skrivstovuyrki

· Tú hevur kunnleika til roknskap og projektleiðslu

· Tú arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst

· Tú ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja at samstarva

· Tú skalt kunna samskifta á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu.


Setanarviðurskifti:

Starvið er fulltíðarstarv, 40 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir avtalu við nevndina í “Ferðavinnan í Norðoyggjum”.


Umsókn:

Umsókn við CV, prógvum, og øðrum viðkomandi skjølum verða send í seinasta lagi 11.03.2016 til:

elsao@klaksvik.fo

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Elsu Olsen, leiðara, á tlf. 225598 ella á telduposti elsao@klaksvik.fo.