Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avloysarin hjá Nærabergi kemur í November

Oliver Joensen

Atlantic Navigator, sum skal avloysa Næraberg, kemur eftir ætlan til Klaksvíkar í November. Samstundis fer Næraberg úr føroyska fiskiflotanum.

Hanus Hansen, stjóri á JFK sigur við Norðlýsið, at ætlanin var at Atlantic Navigator skuldi koma undir føroyskt flagg í juni mánaða, men nú neyðugu loyvini eru við at koma upp á pláss, er avgjørt at útskiftingin av skipunum verður ikki fyrr enn einaferð seint í ár.
Orsøkin er, at Atlantic Navigator, sum er í Suðuríshavinum skal hava ein avloysara og eisini skulu broytingar gerast á fabrikkini á skipinum.
Tað passar eisini betur í fiskitíð at bíða til seinast í árinum og tí er avgerð tikin um hetta.