Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

AVLÝST: Torradagar á Norðoya Fornminnasavni

Dávur Winther

Vegna serligar umstøður er tiltakið, ið skuldi vera á Fornminnisavninum í kvøld AVLÝST!

 

Andras Sólstein greiðir frá tveimum spennandi hendingum á Norðoya Fornminnasavn í kvøld kl. 19.30.

Klaksvík 1930. Eitt stuldursmál

20. desember 1929 kom Tjaldrið á Klaksvík og lossaði á Stongunum. Vørurnar til handilin hjá Kjølbro vóru uppskipaðar og lagdar í pakkhúsið har. Nakað av vøru varð so koyrd heim í handilin á Biskupstøð, harímillum vóru tveir 10 liturs dunkar við spiritus (Akvavit), sum vóru settir í kjallaran.

Tann 3. januar 1930 kemur maður av Vágsheygnum at loysa út, og nú manglar ein dunkur, og illgruni er um, at dunkurin er stolin.

Málið verður meldað, og sýslumaðurin setir kanning í verk. Tað vísir seg at vera meira umfatandi enn fyrst hildið, eitt stuldursmál frá 1930.

Viðareiði 1907. Ein syrgilig hending

Eftir at hava verið í dansi á Viðareiði í desember 1907 hvørvur unglingin, Sørin. Dagin eftir var farið at leita, og hann verður funnin deyður.

Líkið lá og slongdist í briminum í Døtlisgjógv. Viderø skrivar um hendingina í Saga Norðuroyar, og hann rør uppundir, at hettar snýr seg um ólukkuligan kærleika.

Við støði í keldum á landsskjalasavninum verður hendingin greinað.

Fyrilestur á Norðoya Fornminnasavni fríggjadag 20. februar 2026 kl.19.30

AVLÝST!