Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Avtalurættur fyri handverkarar – 7 pláss eftir

Synergi

Sum handverkari hevur tú helst ofta hoyrt hendan setningin “Kanst tú ikki líka gera hetta afturat, og so hatta niðri í kjallarinum… og forrestin so manglar líka…”

Hevur tú upplivað, at kundin ikki altíð skilir, at hann má gjalda fyri ymiskt, sum líííka kemur afturat tí, tit avtalaðu? Kanska tit ikki høvdu somu fatan av, hvat varð avtalað?

Kom á 3 tímar skeið og slepp undan dýrum tvístøðum. Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, undirvísir. Hann veit, hvat hann tosar um. Hann hevur m.a. luttikið í nógvum rættar- og gerðarrættarmálum innan byggivinnuna.

Bert 7 pláss eru eftir til skeiðið, sum uppá bert 3 tímar kann hjálpa tær at sleppa undan tvístøðum við kundan.

Tú fært eina skabelón klára at fylla tíni tøl á

Um tit ikki hava avtaluna uppá pláss, kunnu tvístøður stinga seg upp, sum tú saktans kann sleppa undan. Ein skrivlig avtala kann saktans vera einføld.
Á skeiðnum fært tú eina skabelón, so tú lætt kanst seta inn, hvat tit hava avtala, og harvið sleppa undan dýrum tvístøðum.

Skeiðið er bert 3 tímar. 7 pláss eru eftir!

Ert tú sjálvstøðugur handverkari í einari minni fyritøku?

  • Timburmaður?
  • Eletrikari?
  • Málari?
  • Múrari?
  • HVS?
  • Ella arbeiðir innan annað handverk?

So kanst tú koma illa fyri…
…um tú ikki hevur greiða avtalu við kundan áðrenn arbeiði byrjar.

Tú hugsar kanska, at tað er best bara at koma í gongd við arbeiði sum skjótast. Tú hugsar kanska eisini, at flestu fólk, eru skilafólk, so tað man fara at ganga tað heila.
Tað eru tey eisini, skilafólk, men allíkavæl kann tað ganga galið, um eingin skrivlig avtala er. Tað er ikki vist, at tit hava somu fatan av, hvat varð avtalað av fyrstani tíð.

Tí kanst tú veruliga koma illa fyri, um tú ikki hevur gjørt eina skrivliga avtalu, áðrenn arbeiðið er farið í gongd.

Á skeiðnum lærir tú tað heilt grundleggjandi avtalurættarliga innan smærri byggiverkætlanir, har vanliga ABF 06 ikki verður nýtt.

Tú fært 2 avtaluskabelónir, har tú kanst seta tíni tøl inn

Á skeiðnum gera vit tað ordiliga lætt fyri teg. Tú fært tvær skabelónir, har tað er lætt hjá tær at seta tíni tøl inn.

Tann eina er ein skabelón, sum tú bara skalt fylla út, so hevur tú tína avtalu klára. Hin er meira sum ein sáttmáli.

Lættari verður tað ikki – og so hevur tú tryggjað teg, um samskiftið skuldi farið av sporinum og óvæntaðar ósemjur skuldu stungið seg upp, t.d. hvat var íroknað og ikki.

Tekna teg nú og les meira um skeiðið HER ella á www.synergi.fo . Tú kanst eisini ringja 322355.